Franskir brúkarar skulu frá 1. januar 2008 gjalda ein hægri prís fyri fisk, eftir at myndugleikarnar hava lagt eitt serligt avgjald á fiskavørur. Norðurlond útflyta stóran part av fiskavørunum til franska marknaðin, og hetta tiltak verður tí mett at verða sera óheppið fyri okkum. Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari, og hevur intrafish sum keldu.
Nýggja avgjaldið, sum franskir myndugleikar ætla at leggja á fiskavørur, er ikki endaliga góðkent av ES-nevndini enn. Norska vinnufelagið arbeiðir ímóti tí, tí norðmenn meta, at avgjaldið er í stríð við EBS–regluverki.
Franskir myndugleikar hava gjørt av, at avgjaldið á 2 prosent skal brúkast til at umleggja fronsku fiskivinnuna, til dømis til nútímansgerð av skipum, upplýsing um fiskivinnuna, og umhvørvisgóðkenning av fronskum fiskiskapi.
Roknað verður við, at inntøkurnar frá avgjaldinum fara at verða umleið 80 milliónir evrur ella 6-700 milliónir krónur árliga.