Hægri pensjónsaldur í Danmark

Danska stjórnin hevur ikki bara ætlanir um at strika eftirlønina. Eitt skjal, sum Politiken hevur fingið fatur á, avdúkar, at stjórnin ætlar eisini at hækka pensjónsaldurin. Henriette Kjær, sum er politiska talskvinna hjá Teimum Konservativu, sigur við DR, at flokkurin tekur undir við at hækka pensjónsaldurin, samstundis sum eftirlønin verður broytt.

Claus Hjort Frederiksen, fíggjarmálaráðharri, segði við danska útvarpið fyrrapartin, at hann hevur eina rúgvu av uppskotum á borðinum, men at støða er ikki tikin til nakað teirra enn.

Sambært vælferðarsemjuni, sum teir flestu flokkarnir í Fólkatinginum gjørdu í 2006, skal pensjónsaldurin hækka úr 65 í 67 ár frá 2024 til 2027. Men sambært skjalinum, sum Politiken hevur, hækkar pensjónsaldurin upp í 68,5 ár longu í 2019.

Sambært semjuni frá 2006 kann ein dani, sum er føddur 1. september í 1958, fáa fólkapensjón sum 65 ára gamal í 2023. Men eftir uppskotinum, sum stjórnin arbeiðir við, fær hann ikki pensjón fyrr enn í 2026, tá hann fyllir 68.