Hægri P-bøtur

Havn: Tórshavnar býráð samtykti á fundi hóskvøldið í farnu viku, at taka undir við eini áheitan frá Runavíkar kommunu um P-bøturnar.
Henda áheitanin gongur út uppá, at báðar kommunurnar saman heita á Vinnumálaráðið um at hækka gjaldið fyri ólógliga parkering úr 200 upp til 300 kr.
Á fundinum var eisini eitt uppskot um at lækka gjaldið ístaðin við einari krónu niður í 199 kr., men tað fall á fundinum. Tí mugu fólk bara ansa sær betri, um tey ikki skulu fáa P-bót í framtíðini.