Hægri lærustovnar vilja verja móðurmálið

Hóast norðurlendsk mál verða førkað alt meira til síðis av enskum í undirvísingarhøpi, so vísir ein norðurlendsk kanning, at 4 av 5 starvsfólkum og lesandi á universitetunum vilja sleppa at brúka móðurmálið

GRANSKING

 
 
Ein nýggj kanning frá Norðurlendska málráðnum staðfestir, at 80 % innan allar starvsbólkar á universitetunum í Norðurlondum ynskja at varðveita móðurmálið í akademiskum høpi. Tað skrivar Kristeligt Dagblad.
Kanningin er viðkomandi í Danmark í hesum døgum, nú Radikali flokkurin skjýtur upp, at enskt skal opprioriteres overalt i uddannelsessystemet og hava status sum Danmarks officielle andetsprog.
Jørn Lund, formaður í stjóri í Det Danske Sprog- og Litteraturselskab sigur, at Radikali flokkurin ynskir at geva enskum máli ein status, tað longu hevur frammanundan.