Hægri lønarútgjaldingar í august ár

Mánaðarligu hagtølini fyri útgoldnar lønir eru dagførd til og við august mánað. Árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingarnar vóru í august 739 milliónir krónur, ið er 5,8% meira enn sama mánað í fjør.

 

Samlaðu lønarútgjaldingarnar fyrstu 8 mánaðirnar av árinum eru 5,8% hægri í mun til sama tíðarskeið í 2016. Ártíðarjavnaðar lønarútgjaldinar í august 2016 vórðu 698,3 milliónir.

 

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari í dag.