Fyrsta, og sjálvandi nógv størsta, vónbrotið og álitisbrotið, var tá samgongan valdi at skjóta Sandoyartunnilin út til horna. Fyrst við at stovna skuffufelagið P/F Sandoyartunnilin, og síðani við ikki at fylgja sínum egna samgonguskjali, og flyta tær áleið 40 mió. kr. frá Norðoyatunnlinum til nýstovnaða, P/F Sandoyartunnilin. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2010 vísti eitt snøgt null.
Annað vónbrotið var tá ferðaendurgjaldið, fyri at noyðast at arbeiða aðrastaðni, enn her vit búgva, varð skorið við stórari upphædd. Eingin hoyring, eingin bøn. Lækkað uttan grundgeving. Eitt framstig, sum júst varð vunnið við drúgvum stríði, og sum hevði fingið javtsett okkum siglandi “pendlarar” við tey koyrandi á meginlandinum.
Triðja vónbrotið og afturstigið, varð tá mánaðarkortini, uttan at spyrja nakran brúkara eftir, vóru dýrkaði úr 1050 kr. upp í 1500 overnight. Onkur samgongulimur royndi at tykjast sum hann stríddist ímóti hækkingini, mest fyri at pynta egnu vangamyndina eitt sindur. Og nú gudhjálpi tú mær, bert mánaðir seinni ætlar samgongan at hækka mánaðargjaldið upp í 1875 kr. Altso ein príshækking hjá teimum bestu kundunum og sum hava mestan tørv á flutningi um fjørðin, við
78,57 %, eftir einum hálvum ári!!! Kundarøkt er helst ikki nakað sum samgongan, gjøgnum vinnumálaráðið, hugsar um.
Nú skuldi ein trúð at byrðarnar og andróðurin hjá hesum, samanborið við meginføroyar, eftirhondini vanrøkta parti av landinum, vóru nóg nógvar. Men nei. Álopini á farleiðina hjá okkum, sum í Sandoynni búgva, halda áfram. Nú skulu vit umframt slysálopið við tunnlinum, umframt lækkaða ferðaendurgjaldið, og umframt risaferðagjaldshækkingarnar, sum tað fjórða eisini skerjast í túratalinum um Skopunarfjørð. So at vit framyvir ikki kunnu ferðast um fjørðin á kvøldi. Slutt við kvøldvaktum norðanfjørðs. Slutt við hugnaløtum í Norðurlandahúsinum. Og slutt við vitjanum hjá alt fleri vin og skyldfólkunum, hinumegin okkara Berlinmúr.
Skuldi ein skriva eitt handrit, um hvussu tú sum skjótast avtoftar eitt øki í einum landi, har eirindaleysur sentralpolitikkur setur dagsskránna, so er uppskriftin at fara júst soleiðis fram, sum sitandi samgonga ger í dag. Eingir óviðkomandi spurningar um sosiala tilveru, lív, og vinnufortreytir. Tað góða samfelagið, har vit øll skulu rúmast, er eftir øllum at døma bert glastrimyndin úr einum valstríði. Dagligi veruleikin, sum vit í Sandoynni líta í eyguni, er alt annað enn tað.
Vit ynskja at gera okkara lut í føroyska samfelagnum. Vit ynskja at vera við at bera byrðarnar. Men tað krevur tykkara ásannan av ójøvnu støðuni, og tykkara samhaldsfesti. Kanska skuldu tit spurt, um trupulleikin hjá greinini í dag, kann gerast trupulleikin hjá trænum í morgin.
Sandoyar Tjóðveldisfelag
Elisabeth Myllhamar, forkvinna
Maiken Krabenhøft
Kristian Oskar Henriksen
Evald Sólvitsson
Eli Hansen










