Hevði stórtingsval verið í Noregi í dag, hevði tann borgarligi flokkurin Høgri fingið 29,6 prosent av atkvøðunum og hevði sostatt verið størsti flokkur í landinum. Arbeiðaraflokkurin hevði fingið 26,1 prosent.
Tað vísir ein nýggj meiningakanning, og úrslitið merkir, at samanborið við eina kanning fyrr í mánaðinum er undirtøkan hjá Høgra vaksin 2,3 prosent, samstundis sum undirtøkan hjá Arbeiðaraflokkinum er minkað 1,9 prosent, skrivar VG.
Hevði stórtingsvalið endað sum tann nýggja kanningin, høvdu Høgri og Framburðsflokkurin fingið greiðan meiriluta í Stórtinginum við 91 av teimum 169 tinglimunum. Verandi stjórnarsamgonga hevði bara fingið 68 tinglimir.
Jens Stoltenberg, forsætisráðharri og formaður í Arbeiðaraflokkinum, sigur, at tann seinasta kanningin er álvarssom, men at hann ætlar sær at vinna tað aftur, sum flokkurin hevur mist.