Vilhelm Johannessen úr Javnaðarflokkinum er eisini ovfarin av tí viðgerð, sum samgonguumboð hava givið fíggjarlógaruppskotinum í bløðunum undan sjálvari viðgerðini á tingi. Hann sigur, at tað kenst sum tingfólkini í samgonguni hava misskilt eitt ella annað, tí tey leika í sum um tað eru landsstýrisfólkini, ið hava tað avgerandi orðið at siga. -Tað tykist sum panikkur er komin í tey, tí fíggjarlógaruppskotið er lagt fram á henda hátt, og tað virkar sum tey halda, at tað eru landsstýrisfólk sum heild í Tinganesi sum hava tikið avgerðina um at skerja játtan til Klaksvíkar Sjúkrahús. Men sannleikin er tann, at henda avgerð liggur bæði hjá teimum og hjá tinginum. Tað er løgtingið, sum í síðsta enda skal samtykkja fíggjarlógina og tað stendur hvørjum tingfólki frítt at koma við broytingaruppskotum til tað, sum landsstýrið hevur lagt fram.
Vilhelm Johannessen vísir á, hvussu gongdin hevur verið í líknandi málum fyrr. Ffíggjarlógaruppskotið, sum partamaður hansara Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri legði fram í 1995, meðan ein annar partamaður, Andreas Petersen var landsstýrismaður í heilsumálum, fekk Klaksvíkar Sjúkrahús ein niðurskurð uppá 3,2 mill. kr. Men tá bleiv ikki leikað í hvørki í miðlunum ella á fundum. -Tá var eg umboð í fíggjarnevndini og segði við fíggjarnevndarformannin, at vit vildu hava upphæddina á aftur fíggjarlógaruppskotið. Tað var ikki tosað meira um tað, og upphæddin kom á aftur uttan at hvørki landsstýrismenn ella løgmenn vórðu eftirspurdir ella kunnaðir um tað.
Vilhelm Johannessen sigur, at tað er partur av demokratisku prosessini, at m.a. Fíggjarnevndin kann koma við broytingaruppskotum. -Um samgongufólkini í Norðoyggum, sum eru trý tilsamans, ikki megna at ávirka viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum í løgtinginum og í Fíggjarnevndini, soleiðis at uppskotið verður broytt aftur, so eru tey ov vánalig.
Sjálvur ætlar Vilhelm Johannessen sær at umrøða hetta málið, tá fíggjarlógin kemur til viðgerð, og hann ætlar sær eisini at taka tað upp í Fíggjarnevndini við tí fyri eygað at fáa játtanina til Klaksvíkar Sjúkrahús á tað støði, har hon eigur at vera.
Vilhelm Johannessen heldur annars umberingina hjá Helenu Dam á Neystabø fyri at skarva av játtanini til Klaksvíkar Sjúkrahús vera undanførslu. -Hon sigur, at hon má brúka allar kreftir at fáa pensiónirnar upp, og tí má hon spara á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Vil tað so siga, at var einki sjúkrahús í Klaksvík, fóru pensiónirnar so ikki upp spyr tingmaðurin?
-Eg trúgvi tí, at hetta málið snýr seg um, at fíggjarmálaráðharrin hevur givið heilsumálaráðharranum ein fíggjarkarm, sum hon heldur vera ov trongan, og fyri at raka Karsten Hansen aftur, letur hon hetta ganga út yvir hansara valdømi, sum letur Klaksvíkar Sjúkrahús verða við sviðusoð, men harvið rakar hon tey skeivu fólkini.