Høgravongurin ræður í samgonguni

Flokkarnir til høgru í samgonguni kunnu fegnast um at hava veljararnar við sær, tá umræður privatiseringar. Javnaðarveljarin og eldri ættarliðið eru meira skeptisk. Hetta vísir kanning sum Fynd og Sosialurin hava gjørt.


Í veljarakanningini, sum Fynd hevur gjørt saman við Sosialinum, varð spurt um ymisk aktuell mál, eitt nú, hvat fólk halda um privatisering av Atlantsflog og Føroya Banka. 
Áhugavert er at síggja, at umleið helvtin av teimum spurdu taka undir við, at stovnarnir verða privatiseraðir. Kortini eru tað fleiri, eini 7 prosentstig, sum ynskja at privatisera Atlantsflog (54,4), enn Føroya Banka (47,4). So her má vera upp til politiska handalagið hjá samgonguni at sannføra tey ivasomu, sum teljast upp í 14,2 prosent, um, at privatiseringar eru skilagóðar ella neyðugar.
 
Høgravongurin stýrir
Eitt tal, sum tú varnast beinanvegin er, at niðanfyri 40 prosent av teimum, sum atkvøddu fyri Javnaðarflokkinum seinast, ynskja at privatisera Føroya Banka. Og at niðanfyri 50 prosent av hesum somu ynskja, at Atlantsflog skal verða privatiserað. Hetta kann tykjast rættiliga løgið, nú flokkurin situr við leiðslu landsins, og ger seg til forsprákara fyri privatiseringum av almennum stovnum. Okkurt kundi í øllum førum bent uppá, at flokkurin, sum sigur seg liggja longst til vinstri, hevur ikki samband við veljaran á hesum økinum. Eisini kundi hetta týtt uppá, at atfinningarsomu røddirnar, sum hava verið frammi um, at tað eru høgravendu flokkarnir, sum stýra í Tinganesi, kanska hava hald í sínum málið. Undir øllum umstøðum má sigast, at Fólkaflokkurin hevur góðan byrð, tá umræður privatiseringar, tá út ímóti trimum fjórðingum av teimum, sum atkvøddu fyri flokkinum seinast, eru fyri privatiseringum. Samstundis sæst, at nærum 60 prosent av sambandsveljarunum ynskja at privatisera Atlantsflog, meðan bert helvtin av sambandsveljarunum ynskja at privatisera Føroya Banka.
 
Eldra ættarliðið skeptiskt
Annað áhugavert er, at tað fyri størsta partin eru tey yngru, sum eru fyri privatiseringum, meðan tey eldru eru meira skeptisk. At tey eru mest varin, tá tey verða spurd um privatiseringar er ikki minst áhugavert, tá hugsað verður um, at tey elstu kenna seg mest høgrasinnaði í kanningini. Omanfyri 60 prosent av teimum 18-44 ára gomlu ynskja at Atlantsflog skal privatiserast, meðan umleið 40 prosent av teimum eldru ynskja privatiseringar av stovnunum.
 
--
 
FAKTA::
 
Felagsskapurin FYND gjørdi kanningina saman við Sosialinum. Fynd fevnir um eitt netverk av samfelagsfrøðingum á miðnámsskúlum og Fróðskaparsetrinum og hevur fleiri ferðir áður gjørt umfatandi kanningar saman við føroysku miðlunum.
 
Kanningin varð gjørd í døgunum 24. og 25. apríl og 1001 fólk svaraðu, so grundarlagið undir kanningini er umfatandi og sigandi.
 
Kanningin var í fyrsta umfari ein veljarakanning, sum vit almannakunngjørdu úrslitið av fyri nøkrum døgum síðani. Harumframt varð spurt um ymiskt annað, so sum hvat fólk halda um ymisk aktuell mál, so sum einskiljing, fría fosturtøku, vernd av samkyndum, um skatt og inntøkumun. Í dag hava vit sett fokus uppá spurningin, um Føroya Banki og Atlantsflog eiga at verða privatiserað. Spurningurin ljóðaði soleiðis: FB/AA eigur at verða privatiseraður (einskiltur). Samdur, ósamdur, veit ikki.