Høgravíðgongdu heimasíðurnar í Svøríki, sum púra opið ganga inn fyri harðskapi, hava yvir 144.000 serskildar vitjanir hvønn dag.
Hetta er nógv meira enn heimasíðurnar hjá teimum átta flokkunum í svenska Ríkisdegnum, sum hava um 19.000 vitjandi hvønn dag.
Tað vísir ein kanning, sum miðlaráðið hjá svenska statinum hevur gjørt fyri demokratiráðharran, Birgitta Ohlsson.
Sjey høgravíðgongdar heimasíður, sum opinlýst stuðla brúki av harðskapi, eru í Svøríki, og tríggjar tær størstu eru Realisten.se, Nationell.nu og Svenskarnasparti.se.
Hetta er nakað, vit mugu taka í allarstørsta álvara og sum vit mugu seta sjóneykuna á, sigur Birgitta Ohlsson.