Tey fyrstu tølini frá valinum í Sveis í dag vísa, at tann sera høgrasinnaði Fólkaflokkurin hevur vunnið valið Tá umleið 30 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði Sveisiski Fólkaflokkurin fingið fleiri atkvøður enn nakar av hinum flokkunum.
Tann sera høgrasinnaði SVP hevur undir valstríðnum lagt eina beinharða kós ímóti fólki av fremmandum uppruna.
Tann tykist sosialdemokratiski flokkurin tykist vera tann stóri taparin. Hann hevur mist fýra prosentstig og fær 19 prosent.
Valluttøkan í Sveis var bara 47,9 prosent.