Høgraradikali skansin: síðsta forðingin fyri frælsi

Dagfinnur Danbjørg
________
Tað gerst alt meira greitt, at um okkara tjóðskaparfrælsi skal vinnast, so má høgraradikali skansin avvápnast. Teirra frælsisretorikkur er skaðiligur, tí hann er innantómur og verður bert nýttur sum agn fyri at innfanga góðvarin tjóðskaparfólk, sum ongantíð fáa valuta fyri stuðulin, men bert verða neutraliserað við orðum uttan handling.  
 Og tá tey høgraradikalu nærum einans tonkja í peningi , samstundis sum tey stuðla øllum kreftum, sum kúga frælsisrørslir kring allan heim, so er ikki annað at vænta enn svik og lótur í frælsisstríðnum herheima. Og sostatt eru tey størsta forðingin á okkara frælsisleið. Og  tí er samstarv við høgraradikal um frælsið spilt arbeiði og spilt tíð. Harafturímóti kann ein effektiv avdúking av teirra virki kanska máa støðið undan teimum, soleiðis at málið kann verða rokkið innan fá ár.
Fíggjarliga vilja teir hava alt. Landshúsarhaldið skal bert hóra undan. Helst ongan skatt, hóast teir ofta eru fyrstir í landskassanum, tá okkurt er, og teirra solidaritetur við teim mongu, ið liva á lívsins skuggasíðu, er nærum ikki eksisterandi.
Og nú tilfeingissúlurnar gjøgnum strámenn verða máaðar undan fyri útlendskar pengamenn, soleiðis at  ognarrættur til tað, ið svimur á firðum,  í sundum og í havinum í vissan mun - og til óbøtiliga skaða - gerst útlendskur, gerst galin endi, um fóturin ikki verður settur í hurðina. Tí tað er fullkomuliga mjørkatos, tá tosað verður um, at fáa føroyingar aftur til Føroya eftir lesna, samstundis sum útlendingar fara heilt ella partvíst avstað við tilfeingisvirðunum. Tí - um so verður  - so kunnu Føroyar bert breyðføða uml. helvtina av teimum, ið nú liva í Føroyum. Og tað er einki minni enn ein katastrofa.
Vit mugu taka annað skinn um bak og krevja,  at  fólksins ogn verður verðandi á fólksins hondum, og at ein strámannakanning verður sett í verk av øllum, ið bara ber brá av strámannavirksemi.
Og samstundis mugu vit  herja á tann høgraradikala og mammonfikseraða skansan, sum er hin størsta og kanska einasta reella forðingin fyri einum frælsum og solidariskum Føroyum.