Høgraflokkar í Evropa taka seg saman

Kendi eysturríkski høgramaðurin Jørg Haider er á veg aftur upp á politiska pallin í Evropa

Arbeitt verður nú við at fáa høgraflokkar í Evropa at taka seg saman við tí fyri eyga at samskipa politikkin ímóti teimum fremmandu innflytarunum.

Hugskotið er komið frá belgiska politikaranum Filip DeWinter, sum er formaður í tí sera víðgongda flamska loysingarflokkinum Vlaams Belang. Flokkurin hevur so víðgongd sjónarmið, at í november staðfesti hægstirættur í Belgia, at flokkurin er rasistiskur.

Men tað ávirkar ikki formannin. Í samrøðu við eysturríkska sjónvarpið mánadagin segði hann, at hann og aðrar góðar kreftir eru í ferð við at fáa eitt samstarv í lag ímillum fleiri av teimum høgravendu flokkunum í Evropa. Ímillum hesar flokkar eru hansara egni Vlaams Belang, Nýggja Høgra í Niðurlondum, Front National í Fraklandi, Liga Nord í Italia og Frælsisflokkurin í Eysturríki. DeWinter heldur, at flokkarnir eiga at stilla upp saman á valinum til Evropatingið í 2009, og at Jørg Haider skal verða høvuðsvalevni. Spurdur, hvør fremsti setningurin hjá flokkunum er, svaraði DeWinter, at flokkarnir fara at virka fyri at steðga tí, sum hann kallaði islamiseringini av Evropa.

Fjølmiðlar í Belgia vistu um vikuskiftið at siga, at ein av teimum fremstu ráðgevunum hjá Jørg Haider, Andreas Molzer, hevði verið í Antwerpen og tosað við umboð fyri høgraflokkarnar í Belgia, Niðurlondum, Fraklandi og Italia. Danski Fólkaflokkurin er ofta samanborin við høgraflokkar í øðrum evropeiskum londum, men hann er ikki nevndur í hesum sambandi.