Høgrabeinið í vinstrasamgongu

Framsókn hevur fyrsta ársfundin, eftir at flokkurin bleiv partur av einari samgongu

 

Í góðveðrinum fyrrpartin hevur Framsókn ársfund.

Formaðurin, Poul Michelsen, helt fyri, at hetta er ein øðrvísi ársfundur, tí flokkurin nú er ein partur av einari samgongu, sum í veruleikanum stýrir landinum.

-Vit eru trý aktiv í landspolitkkki. Vit hava tungar postar, har posturin hjá Ruth Vang helst er tann tyngsti. Hon er formaður í fíggjarnevndini, meðani Hanna Jensen situr á mentamálum, segði Poul Michelsen.

Hann segði eisini, at hann sjálvur altíð hevur hildið, at vit fingu eina minnilutastjórn, tí vit í føroyskum politikki vanliga arbeiða í blokkpolitikki.

Hann legði afturat, at tá ið arbeitt verður í minnilutastjórn, so hevur andstøðan ávirkan og følir at hon hevur ávirkan.

-Tí er hetta ein avbjóðing. Tær nýskipanir, sum vit ætla at fáa ígjøgnum krevja, , at partar av andstøðuni eisini eru við, segði Poul Michelsen.

Hann segði eisini, at størsta avbjóðingin er at fáa haldføri í langtíðarbúskapinum.

-Vit eru í eini vinstasamgongu, sum eg haldi ikki er serliga vinstrahall, men í hvussu so er, so eru vit høgrabeinið í eini vinstrasamgongu, segði hann.