Høgra flokkarnir eru frammanfyri í Norra

41% av atkvøðunum er taldar

Tað er nógv, ið enn kann broytast, men fyribils tølini, nú góð 41% av atkvøðunum eru taldar í Norra, siga, at Erna Solberg heldur fram í forsætismálaráðnum.

 

Tað skrivar NRK á heimasíðu sínari.

 

Av teimum 169 sessunum, sum kappast verður um, hevur blokkurin hjá Solberg 86 mandat. Tað eru Høyre, Fremskrittspartiet, Kristelig Folkeparti og Venstre, sum er blokkurin til høgru í norskum politikki, sum standa til at vinna.

 

Blokkurin hjá Jonas Gahr Støre, Arbeiderpartiet, Sosialistisk Venstreparti, Rødt, Senterpartiet og MDG, standa í løtuni at fáa 83 mandat.

 

Arbederpartiet sær út at gerast størsti flokkur við 49 sessum, ið er ein afturgongd á seks, meðan Høyre hjá Ernu Solberg, stendur at fáa 45 mandat, ið er ein afturgongd á tríggjar. Størstu framgongd sær Senterpartiet at hava og tey standa til at fara frá 10 uppá á 18.