HØGNI við EP-fløgu

Høgni Lisberg hevur síðani í summar givið fýra stakløg út, øll á føroyskum. Hesi løgini eru nú savnað á eina EP-fløgu, sum kom út nú um dagarnar. Sum nakað serligt, fært tú við fløguni eitt kort við einum einnýtisloynitali. Loynitalið gevur tær atgongd til eitt talgilt eintak av tónleikinum, sum tú kanst taka niður av alnetinum. Tú kanst eisini lata onkrum øðrum kortið, um tær lystir.