Høgni við í amerikanskari sjónvarpsrøð

Tónleikarin Høgni Lisberg, sum herfyri fekk plátusáttmála við amerikanska Spectra Records, hevur nú havt eitt lag við í væl umtóktu sjónvarpsrøðini The Jersey Shore. Tað er MTV sum framleiðir sendingina, men hon verður eisini víst á eitt nú danska TV3.

 

Talan er um eina sending, sum ikki er ólík danska Paradise Hotel, har amerikanskir ungdómar savnast í einum húsi, drekka seg fullar og so fylgja myndatólini tey í náttarlívinum. Tað var lagið Bow Down, sum eisini var við á amerikanska kurvabóltsspælinum NBA 2K 11, ið var við í einum parti av The Jersey Shore.

Sambært Spectra Records eru tey ovfarin av, so nógvar góðar afturmeldingar tey hava fingið, eftir at lagið hjá Høgna var við í sjónvarpsrøðini.

 

Høgni Lisberg eisini tilnevndnur til at vinna eina tónleika virðisløn í Danmark. Underground Music Award hevur fløguna Haré Haré millum bestu poppútgávurnar. Underground Music Award ynskir at heiðra øllum donskum undirgrundsbólkum fyri teirra nýbrot og serstaka ljóð, sum er við at styrkja fjølbroytni á danska tónleikapallinum.

 

Høgni Lisberg er tilnevndur í bólkinum ársins poppfløga, har bólkarnir Penny Police, Lima Lima, LeKlik, Hay Hay og Beatspeech eisini eru tilnevndir.

 

29. apríl verður greitt, um Høgni vinnur sín bólk, tá tónleikatiltak verður hildið í sjónleikarahúsinum Bremen í Keypmannahavn og vinnararnir verða kunngjørdir.