Tað er nógv hent, síðani Høgni Lisberg var tann lívligi trummuspælarin í rockbólkinum Clickhaze. Eftir at bólkurin gavst at spæla fyri nøkrum árum síðani, hevur Høgni skrivað og spælt tónleik sjálvur. Hann hevur vaksið seg til sangskrivara, sangara og tónleikara, og tað hevur gingið støðugt framá hjá honum. Høgni hevur verið sera virkin uttanlands, og hann hevur fingið alt meira at gera – millum annað í Danmark. Herfyri var hann ein av teimum, sum slapp at spæla á Roskilde Festivalinum, og tað kláraði Høgni sera væl. Hansara seinasta útgáva, Morning Dew, hevur verið sera væl umtókt, og onkrir av sangunum av hesari útgávu hava verið nógv at hoyrt í føroyskum og íslendskum útvarpi.










