Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur í vikuni skipað seg. Á aðalfundinum herfyri boðaði formaðurin í kappingarnevndini seinastu tvey árini, Bjarki Mohr, at hann ikki tók við afturvali. Nýggjur maður í nevndini hjá FSF gjørdist Høgni í Stórustovu,og tað tykist, sum vil FSF sleppa undan teimum heilt stóru rokadunum, nú ein limur er skiftur. Í øllum føurm er Høgni komin beint í sessin hjá Bjarka sum formaður í kappingarnevndini.









