Høgni var tónlistarliga hæddarpunktið

Meðan Frændur vóru fólksliga hæddarpunktið á ársins G! Festivali, so má konsertin hjá Høgna Lisberg metast sum eitt tónlistarligt hæddarpunkt.

Høgni Lisberg, Brandur Jakobsen og Jens L. Thomsen mannaðu lítla bólkin hjá Høgna, ið er munandi skerdur í mun til bólkin, ið Høgni hevur havt við sær á konsertferðum í sambandi við fyrru fløgunar hjá sær, og lat tað vera sagt, at skerjingin í bólkinum hevur fingið tað besta burtur úr teimum, ið eru eftir. Tí Høgni Lisberg hevur ikki ljóða betur.

 

Høgni syngur betur enn nakrantíð og spælir væl á kassagittaranum, meðan Brandur stórtrívist á trummunum, ið eru so øgiliga sentralar í nýggja stílinum hjá Høgna, og so er tað Jens L. Thomsen, ið skiftir millum bassin, tangentar og ymiskar ljóðmaskinur, og vísir sítt tónlistarliga flogvit.

 

Hæddarpunktini á konsertini vóru nógv, ja, so nógv, at tað er torført at taka nakað lag frammum hini. Tó var útsetingin av Exit, rættiliga óvænta og ræðuliga feit. Tað ljóðaði nærum sum ein glað, funky og jalig útgáva av Rage Against The Machine.

 

Tað vóru ikki nógv fólk á sandinum, tá Høgni byrjaði at spæla, men tónleikurin lokkaði fólk til sín, og móti endanum á konsertini var heilt nógv fólk framman fyri pallin.