Fimleikur
Hetta vikuskiftið varð FM-kappingin í amboðsfimleiki fyri vaksin hildin í Havn.
Hjá monnunum hevur spenningurin ofta verið stórur fyrr, men hesaferð var eingin ivi. Høgni R. Øster, sum eisini varð mettur sum favoritturin undan kappingini, og hann livdi eisini upp til hetta við at vinna allar kappingarnar.
Tá samlaða støðan skuldi gerast upp, hevði Høgni 25,600 stig. Nummar tvey varð Rósing Dam ? eisini úr Havnar Fimleikafelag ? við 23,350 stigum, og á triðja plássi kom Johnleif Højgaard við 23,300 stigum.
Í bólki 3 hjá dreingjum vóru tríggir luttakarar. Øssur D. Eiriksfoss úr HF vann við 23,250 stigum. Jóni B. Christiansen úr HF fekk 19,800 stig, og Jákup Debus úr Støkk fekk 19,500 stig.
Spennandi hjá kvinnunum
Hjá kvinnunum var talan hinvegin um veruligan spenning.
Ikki færri enn fýra gentur endaðu javnar í bólki 3 fyri kvinnur, og fingu tær allar fýra gullmerki.
Silja Højgaard úr Støkk, Annika Dimon úr Havnar Fimleikafelag og Elinborg Durhuus og Brim H. Hoydal úr Ljósinum høvdu allar 25,800 stig, tá talt varð saman.
Hjá teimum vaksnu kvinnunum varð Anita Knudsen úr Støkk ikki óvæntað fremst. Hon fekk tilsamans 23,120 stig. Nummar tvey varð Sonja Joensen úr Støkk, sum fekk 21,975 stigm og á triðja plássinum kom so Birita Dal-Christiansen. Hon fekk 20.050 stig.










