Ein dystur hevur í kvøld verið spældur í næstbestu deildini hjá monnum í fótbólti. Dysturin var í Fuglafirði, har ÍF tók ímóti B71.
Talan var um undirhaldandi og málríka uppgerð, sum ÍF at enda vann 4-3. Sum heild var talan um uppibornan sigur, tí eitt skifti í seinna hálvleiki var ÍF á odda 3-1 og sá út til at hava tamarhald á dystinum. Men brádliga uppá nakrar minuttir, hevði B71 vent dystinum til ein 3-3 javnleik.
10 minuttir fyri leiklok, eydnaðist tað tó ÍF at skjóta sigursmálið. Sigursharrin hjá fuglfirðingum í kvøld var Høgni Zachariassen sum í kvøld á fyrsta sinni síðani 2014 spældi á besta ÍF liðnum.
Høgni Zachariassen var millum annað millum stóru profilarnar á ÍF liðnum, sum í 2012 og 2013 vann silvurheiðursmerki í bestu deildini.
Hini málini hjá ÍF í kvøld skutu Hanus Eliasen, sum fekk tvey mál, meðan Jóhan Petersen fekk eitt mál. Hjá B71 komu Símin Hansen og Tummas Pauli Olsen á máltalvuna, og síðsta málið skoraði innskifti Bjørgfinnur Winther.
Við sigrinum í kvøld, er ÍF komið uppá 20 stig. ÍF er á fjórða plássinum í deildini, meðan B71 liggur á fimta plássinum við 15 stigum.
ÍF – B71 4-3