Høgni vann í Hoydølum

Í harðari kapping við Kára Simonsen eydnaðist Høgna Rúnason Øster at vinna MTB-kappingina, sum var í Hoydølum leygardagin

Longu undan kappingini leygar­dagin var greitt, at fleiri av teimum bestu súkklarunum ikki fóru at vera við, tí teir vóru á venjingarlegu uttanlands, har teir fyrireika seg til Oyggja­leikirnar á Isle of Wight í summar. Tískil vóru ikki so nógvir súkkl­arar við hesa ferð, sum tað plagar at vera.
Hinvegin kundi roknast við, at teir seks, ið stillaðu upp til startin í Hoydølum, kundu gerast rættiliga javnir, og so var eisini. Tó var eitt glopp millum tríggjar teir fremstu og restina, men ymiskt var, sum gav kapp­ingini spenning ávegis – og ikki minst, tá teir báðir fremstu komu á mál.
Ásetti teinurin var umleið 34 kilo­metrar, sum merkir átta um­før í sera vakra umráðnum í Hoy­dølum, ið millum annað fevnir um skógar­vøksturin í viðar­lund­ini. Teinurin var á gøtunum yvir móti Boðanesi og inni í viðarlundini, og bæði startur og mál vóru við fimleikahøllina hjá studentaskúlanum.
Hóast 34 kilometrar ikki ljóðar av so nógvum, so er talan avgjørt ikki um ein slættan tein, men hinvegin mótbrekkur, undanbrekkur, trapp­ur og eina rúgvu av svingum.

Hørð kapping
Tað sást skjótt, at kappingin um at vinna, fór at standa millum Høgna Rúnason Øster og Kára Simonsen, tí teir fylgdust tað mesta av teininum í teir tveir tímarnar, tað tók teimum báðum at gjøgnumføra tey átta umførini. Teir skiftust um at vera tann fremri, men ongantíð var meira enn hálvur minuttur ímillum teir.
Ikki kundu teir heldur taka sær av løttum, tí maðurin á triðja plássi, Matti Brøndsted, var ongantíð so mikið langt aftan fyri teir, at teir kundu kenna seg heilt tryggar. Sum so ofta er við súkkling, kann jú ein punktering ella avlopin keta vera nóg mikið til at broyta alt.
Tá Høgni og Kári nærkaðust mál­inum, vísti tað seg, at Høgni hevði meira at geva í endaspurtinum og var 11 sekund framman fyri Kára, sum so aftur var hálvanfjórða min­utt framman fyri Matti. Kappingin um fjórða plássið stóð millum Eli J. Christiansen og Heina Harryson, sum vóru eitt fitt petti aftan fyri tríggjar teir fremstu, men har hevði Eli munin og var góðar fýra min­utt­ir framman fyri Harry.

- - -

MTB-kappingin leygardagin

1 Høgni Rúnason Øster 2.00:23
2 Kári Simonsen 2.00:34
3 Matti Brøndsted 2.03:55
4 Eli Christiansen 2.21:20
5 Heini Harryson 2.25:35
6 Mikkel Hougaard DNF