Scalloway: Hóast nógvir vinnarar vórðu funnir á oyggjaleikunum, so mundi fáur teirra vera stoltari enn Høgni R. Øster, tá hann fríggadagin vann gull í lopi, tá bundna íðkanin hjá monnum var á skránni.
Eftir at hann fyri knøppum tveimum árum síðani fór í herna móti blóðkrabbanum, sum hótti lívið, var fremsta málið hjá Høgna bara at taka lut aftur á oyggjaleikunum.
Hetta eydnaðist, og tá hann so saman við liðnum vann gull í liðkappingini á gólvinum, var málið væl og virðiliga rokkið. Men ævintýrið endaði ikki við hesum. Við einum lopi, sum gav 7,9 stig, rakk Høgni ovastu tindunum í hesi greinini, og soleiðis kundi hann leggja eitt gullmerki afturat tí, sum hann vann á Man fyri fýra árum síðani.
Silvur og bronsa til Helga
Eisini Helgi W. Olsen fekk eitt gott hál seinasta dagin. Á gólvinum, har hann annars vann gull í fríu íðkanini mikudagin, fekk Høgni silvur hesaferð. Og tó at hann heilkiksaði í lopinum, har hann varð nummar 14, so gjørdist hann triði besti íðkarin samanlagt, og fekk soleiðis eitt bronsumerki í samlaðu kappingini.