Høgni vísir Amager aftur

Høgni Midjord úr B71 var fyri vikum síðani til royndarvenjing hjá Toda Jónssyni og FC Amager. Føroyski framherjin stóð seg eftir øllum at døma væl, tí felagið var sinnað at bjóða honum sáttmála. Men tað er Høgni Midjord ikki áhugaður í. – Eg eri ikki til reiðar at sleppa øllum, sum eg havi í Føroyum. Eg vil heldur halda fram og menna meg her eina tíð aftrat, áðrenn eg fari at royna meg. Sum eg skilji, so eri eg vælkomin seinni eisini, sigur Høgni Midjord. Spurdur, um hann ikki hevði ment seg meira á Amager, svarar hann. – Jú, allarhelst, men eg veit ikki. Hugurin er ikki til tað júst nú, staðfestir Høgni Midjord.