Høgni í uppisetri

Ivaleyst hevði tað verið skilabetri av tær Høgni Hoydal, at tú als ikki gjørdi viðmerkingar til grein mína í Grønlandspostinum, tá tú ert so í uppisetri við argumentum og sakligum atfinningum, sum tú so týðiliga avdúkaði í greinini við skemtiligu yvirskriftini "Vónandi hevur tú etið bláseym, Jóannes." Eftir øllum at døma er tín ráðgeving ikki nóg dygg, og tað at Sjúrður Skaale leyp á bláman, átti ikki at fingið teg at gjørt tað sama.

Tjóðveldismenn og serliga Høgni Hoydal, Torbjørn Jacobsen og Sjúrður Skaale hava átikið sær uppgávuna at fáa grønlendingar at síggja tað geniala í føroyska fullveldisprosjektinum, sum endaliga leiddi okkum føroyingar inn aftur gomlu heimastýrisleiðina. Og tað er í grundini harmiligt, tí sjálvandi áttu hesar nýggju politisku útgávurnar av Egede heldur at sagt grønlendingum, hvat teir áttu at gjørt øðrvísi, soleiðis at sjálvstýristilgongdin í Grønlandi kom væl frá byrjan.
Men í staðin hava teir brúkt Grønland sum eitt royndarlabaratorium, soleiðis at tað, sum teir ikki megnaðu her heima, tað royna teir so hjá øðrum. Ja, onkuntíð so ágrýtnir, at tað vóru fleiri føroyingar, sum hildu, at føroyska loysingin fór at verða framd í Grønlandi í staðin fyri í Føroy-um.
Og nú dittar ein javnað-armaður sær til at fortelja grønlendingum nakrar veruleikar um føroyska fullveldisskútuna, sum kollsigldi hin várdagin, tá fólkaatkvøðan varð avlýst, tí teir tordu ikki at fáa veruleikan at vita frá veljarunum.
Og líkt er til, at hetta verður næstan fatað sum halgibrot av tjóðveldiselit-uni, tí teir hava uttan iva hildið seg einsamallan átt grønlendska leikpallin.

Mangt er í neyðuni nýtt
Eg hevði hug at taka synd í Høgna, tá eg las hasa greinina, tí eg veit, hann dugur at skriva, um hann hevur okkurt at føra fram. Og hvat er so til ráðar at taka? Jú, hann kryddrar greinina við, at hetta, sum eg hevði skrivað í Grønlandspostinum, tað høvdu hugsjónarmenninir Viðstein, Dammurin og Danbjørg ongantíð gjørt. Og hann tekur hesar skilamenn fram fyri á tann hátt at fáa lesaran at halda, at so man Jóannes Eidesgaard hava gjørt okkurt spinnandi skeivt.
Men her undirmetur tú blaðlesaran, Høgni. Longu aftan á innleiðingina um handan bláseymin, so hevur lesarin sæð, at her er talan um ein politikkara, sum stendur spillnakin. Her eru eingi argumentir ímóti, og her eru ongar sakligar atfinningar.
Og so ger Høgni ta misgerð, sum má sigast at vera ótrúliga ósaklig og ótrúliga ódámlig, at hann letur meg skriva greinina av nýggjum, men nú gjøgnum pennin hjá sær sjálvum. Nú havi eg knappliga sagt, at grønlendingar ikki mugu velja loysingarflokkarnar, eg havi lagt meg út í grønlendska valstríðið, og eg havi sagt, at føroyingar einki nytta.
Og aftur her undirmetur Høgni lesaran. Tað var nevniliga so heppið, at báðar greinarnar - tann, sum eg skrivaði í Grønlandspostinum - og tann hjá Høgna, stóðu lið um lið á somu síðu.
Hvar í gein míni ávari eg ímóti at velja ávísar flokkar? Eg hvørki ávari ella heiti á nakran um at velja nakran flokk, tíansheldur eg nevni grønlendsku flokkarnar. Hvar í grein míni sigi eg, at føroyingar einki nytta? Hvar í greinini leggi eg meg út í grønlendsk viðurskifti? Hvar í grein míni sigi eg, at grønlendingar skulu ræðast frælsið? Hvar í grein míni tosi eg niður til grønlendingar?
Nei, tíverri fyri teg Høgni, eg skrivaði nevniliga ikki ta greinina, sum tú ivaleyst ynskti, eg fór at skriva. Eg kann eisini siga tær so mikið, at eg vigaði míni orð gjølla, og eg hugsaði meg væl um, áðrenn eg skrivaði greinina, tí eg var fullvísur í, at sensururin frá tær og Sjúrða og møguliga øðrum fór at vera náðileysur. Og tí hevði eg hvørki etið bláseym, ella hevði nakar spælt mær eitt puss. Eg hevði stutt sagt hugsað meg væl um, soleiðis at eisini Viðstein, Dammurin og Danbjørg kundu góðtikið tað, eg skrivaði.

Tá veruleikin gerst ein marra
Vinaráðini til grønlendingar eru stutt sagt, at teir ikki lata teirra sjálvstýristilgongd fáa eina so vánaliga byrjan sum okkara fekk. At teir ikki gera sjálvstýrispolitikkin til ein eksklusivan politikk fyri tey fáu, men at teir royna at fáa alt fólkið við. At teir byggja henda politikk á breiða semju, sum er einasta trygdin fyri, at verulig úrslit kunnu spyrjast burturúr. Vit endaðu jú i heimastýrislógini.
Lat meg taka eitt brot úr greinini:
"På Færøerne gjorde koalitionen og specielt de to partier Republikanerne og Folkeflokken selvstændighed til en sag for netop deres vælgere og netop deres partier. Man baserede politikken på det smallest mulige flertal i Lagtinget. Man glemte simpelthen at tage hensyn til, at andre borgere på Færøerne og andre partier på Færøerne måske havde en anden opfattelse, selv om man samtidig kunne konstatere, at samtlige partier var indstillet på at opnå større selvstændighed. Kon-sensus lå lige om hjørnet. Men desværre viste landsstyret i bund og grund en meget ringe forståelse for demokratiets fundamentale værdier."
Men uttan iva hevur tykkara boðskapur í Grønlandi verið ein annar, enn tann veruleiki, sum eg havi dittað mær fram við.
Eg spurdi forrestin eisini í greinini, hvat orsøkin var til, at Sambandsflokkurin var størsti flokkur í Føroyum? Var tað kanska, tí at fullveldismálið var ein succes? Ella var tað tí, at man hevði lopið óneyðuga øði í millum vejararnar? Svarið kennur tú Høgni.
At tú so ikki vilt viðurkenna egna ómegd, tað er so bara harmiligt. Men tað gevur tær tó ikki rætt til at uppfinna ein nýggjan veruleika.
Veruleikin er veruleikin, sjálvt tá hann er ein marra.