Høgni, Uni og Villmenn á Manhattan

PUB Manhattan í Havn ger nógv burturúr Ólavsøkuni. Skipað verður fyri einum stórslignum tónleikara-eldorado. Leygarkvøldið 25. juli frá kl. 00:00 - 03:30, leggur Høgni Reistrup lunnar undir ólavsøkuna við sangi og gittarspæli. 27. juli frá kl. 00:00 til 01:30 er tað fløguaktuelli Uni Arge, Live Music on Stage. 28. juli frá kl. 22:00 til 03:30 eru tað Villmenn við Ólavsøku Special Live Music on stage, og 29. juli frá kl. 22:00 til 03:30 eru tað aftur Villmenn við Ólavsøku Special Live Music on stage

 

Spennandi verður at vita hvat Villmenn borðreiða við á Ólavsøku. Holgar sigur, at Villmenn seinastu tíðina dagliga hava vant til báðar framførslurnar á Manhattan, og at áskoðararnir kunnu gleða seg.