Høgni Madsen, sum í fjør fyribils legði fótbóltsskógvarnar á hillina, fer nú aftur at spæla fótbólt – tó ikki í Føroyum.
32 ára gamli verju- og miðvallarin hevur verið til royndarvenjing í íslendska felagnum Fram, og tað hevur gingist somikið væl, at hann fekk bjóðað sáttmála.
Høgni boðar í kvøld frá, at hann hevur gjørt eitt ára sáttmála við felagið, sum heldur til í Reykjavík og í fjør endaði á 6. plássi í næstbestu deildini.
Her heima hevur Høgni Madsen umboðað ÍF, GÍ, KÍ, NSÍ, EB/Streym, FC Suðuroy og B36.










