Høgni til Klaksvíkar

19 ára gamli Høgni Madsen skal næsta kappingarár spæla við KÍ. Tað gjørdist greitt, eftir at partarnir samdust um eina avtalu fríggjadagin. Hóast hann er einans 19 ár, so hevur Høgni Madsen longu roynt seg á besta liðnum hjá bæði ÍF, har hann leikti farna kappingarár, og hann hevur somuleiðis leikt við best liðnum hjá GÍ, har hann var næstseinasta kappingarár.
Ungi miðvallarin úr Fuglafirði hevur gjørt eina eitt ára avtalu við klaksvíkingar.