Høgni spyr løgmann um Eik-málið

Høgni Hoydal, formaður Tjóveldis, hevur sett løgmanni ein munnligan fyrispurning um Eik-málið, og um landsstýrið hevur vent sær til donsku stjórnina viðvíkjandi Eik Banka.

Spurningarnir til løgmann eru tríggir í tali, og teir eru soljóðandi:
1. Hevur landsstýrið biðið um samráðingar við donsku stjórnina um politisku ábyrgdina fyri framtíðini hjá Eik og føroyska fíggjarmarknaðinum?

2. Hví sita landsstýrið og samgongan á fundi við eitt partafelag sum Finansiel Stabilitet, sum ikki er ein politiskur samráðingarpartur, men eitt partafelag?

3. Hevur landsstýrið enn ikki skilt, at áhugamálini og skyldan hjá Finansiel Stabilitet er ikki at skapa stabilitet á føroyska fíggjarmarknaðinum, men at tryggja danska fíggjarmarknaðin og virðini hjá danska statinum?

Viðmerkingar
Tá sonevndu bankapakkarnir vórðu samtyktir, legði Tjóðveldi stóran dent á, og hevði tvey broytingaruppskot, har ábyrgdin fyri føroyska fíggjarmarknaðin skuldi leggjast hjá føroyskum myndgleikum og landsstýrið skuldi tryggja sær ábyrgd og ávirkan á Finansiel Stabilitet og tær avgerðir, ið har fóru at verða tiknar.

Eisini skeyt Tjóðveldi upp, at í lóggávuni skuldi standa, at føroyski fíggjarmarknaðurin er ein marknaður fyri seg, og at tískil skulu tey politisku tiltøkini taka støði í tí, har landsstýrið skuldi sita við borðið, tåá avgerðir verða tiknar um føroysk viðurskifti.

Tá Eik við sera stuttari freist varð sett undir bjarging, kravdi Tjóðveldi í brævi til landsstýrið og síðani alment, at landsstýrið ikki bara setti seg sum áskoðara til avgerðir hjá Fíggjareftirliti og Finansiel Stabilitet, men tók upp samráðingar við donsku stjórnina beinanvegin um at taka ábyrgd og hava ávirkan á avgerðirnar.

Hesi uppskot vóru tíverri feld – og nú gongur sjón fyri søgn um avleiðingarnar.

Tað kann als ikki góðtakast, at føroyskir myndugleikar sum umboða føroyska fólkið, ikki taka politiska ábyrgd av at røkja áhugamálini hjá føroyska samfelagnum, men situr á fundi við eitt partafelag sum ein annar einfaldur íleggjari – meðan allar avgerðir liggja í hondunum á hesum partafelag.