Høgni Hoydal krevur svar frá danska løgmálaráðharranum um broytingarnar í løgregluni í Føroyum.
Enn einaferð reisir Høgni Hoydal nú spurningin um umskipanina av løgreglu og ákæruvaldinum í Føroyum. Í einum grein 20-fyrispurningi til danska løgmálaráðharran, Brian Mikkelsen, vil føroyski fólkatingsmaðurin hava at vita, hvussu nógvar samráðingar eru farnar fram millum landsstýrið og donsku stjórnina um ætlaðu umskipanina av løgregluni, hvørjir myndugleikar eru hoyrdir, og um løgmálaráðharrin vil tryggja, at Løgtingið og aðrir fólkavaldir føroyskir myndugleikar skulu taka støðu, áðrenn broytingar verða framdar.
Í viðmerkingunum vísir Høgni Hoydal á, at hann hevur reist hetta málið óteljandi ferðir, men hevur ongantíð fingið nakað veruligt svar. Og síðani frættist bara í fjølmiðlunum, at stór umlegging fer fram í Løgregluni.
- Hetta kann als ikki góðtakast í einum demokratiskum samfelag. Løgregla og sýslumenn hava uppgávur sambært føroyskari lóg, ið røkkur nógv longri aftur enn nakar danskur myndugleiki í Føroyum. Og meðan kommunumskipan og tænastuveitingar til borgarar kring landið, verða viðgjørdir í Føroyum, kann ikki bara ein annar myndugleiki umskipa ein so týdningarmiklan stovn sum løgregluna uttan um føroyska løgtingið, fólkavaldar myndugleikar og tey, sum verða rakt av broytingunum, sigur Høgni Hoydal.
Tí vil hann hava trygd fyri, at Løgtingið og kommunur skulu viðgera og góðkenna broytingar, áðrenn tær verða framdar.