Í dag, hósdagin, letur upp framsýning við vatnlitsmyndum hjá Høgna W. Larsen í forhøllini í Snarskivuni á Vaglinum í Havn. Seinastu árini hevur listamaðurin og arkitekturin Høgni W. Larsen serliga lagt seg eftir at mála býarmyndir og gøtumyndir úr Havnini.
- Eg haldi, at enn eiga vit fleiri vakrar gøtur í Havnini, sum kanska um nøkur fá ár eru farnar í søguna. Tað, sum eyðkennir hesar gøtur og ger tær livandi og spennandi, er fyrst og fremst allir litirnir og í góðum sólarljósi skuggaspælið á húsaveggjum og á smølu vegunum, sigur listamaðurin Høgni W. Larsen.
Tað er mentamáladeildin í Tórshavnar kommunu, sum skipar fyri listaframsýningini. Á framsýningini, sum letur upp í dag klokkan 16, hevur Høgni umleið 40 vatnlitamyndir í glasi og rammu. 25 myndir eru nýggjar og til sølu, og hinar eru ogn. Mest øll myndevnini eru býarmyndir og gøtumyndir úr Havn, men eisini eru nakrar náttúrumyndir úr Kvívík, Koltri og Gjógv, umframt fýra úr vísuni Vaagen.
Snarskivan, har framsýningin er, hevur opið frá mánadegi til fríggjadag frá klokkan 9 til klokkan 16, og hósdag til klokkan 18.
hkm