Høgni snarar til egnan fyrimun

    

Johan Samuelsen
????????????????

Tað er ikki eiti á skola, sum Høgni Hoydal kemur við, nú eg royndi at vísa á, at Tjóðveldisflokkurin altíð hevur havt eina løgna, fastgrógvna politiska støðu, sum hevur verið so óliðilig, hetta við alt ella onki loysnum, at hann sum flokkur ongantíð sá møguleikar uttanvert landoddarnar undir verandi stýrisskipan í norðurlendskum ella altjóða høpi. ? Eg skrivaði m.a., at tað, sum hevur sermerkt henda flokk, hevur verið turkatrúgvin uppá, at bar alt ikki til, so bar onki til. Og hetta var eisini galdandi, tá tað snúði seg um umboðan í Norðurlandaráðnum. Tað var henda háðandi niðurgerðin bæði í talu og skrift av tankunum hjá P. M. Dam um vina- og frælsisbrævið, sum hann plagdi at nevna heimastýrislógina, sum var frammi. Nei, Tjóðveldisflokkurin kallaði hana bert fyri eina víðkaða kommunallóg, sum als ikki kundi nýtast í argumentatiónini um eina møguliga føroyska umboðan í Norðurlandaráðnum, og harvið var tað, søgdu tjóðveldisoraklini! Men P. M. Dam gavst ongantíð, hann trúði nevniliga upp á føroyskan tjóðskap (væl at merkja, uttan at spyrja í eyst ella vest um hetta var so ella ikki, sum tjóðveldismenn hava gjørt hesi seinastu 6 árini í Tinganesi!) og tí sjálvsøgd rættindi í Norðurlandaráðnum, og nýtti nógv av síni arbeiðsorku á fólkatingi upp á hetta hjartamál hansara. Og var hetta áðrenn Tjóðveldisflokkurin stillaði upp til fólkatingsval, men í staðin legði alla orku í her heima, í eina víttgangandi nationalismu og anti Nato politikki!

Norðurlandafundurin í Reykjavík 1963
Men eftir at P.M.Dam fyrstu ferð var á fundi í Norðurlandaráðnum í Reykjavík 1963, umvegis fólkatingssessin, og fekk glið á henda spurningin, og fekk Merkið á fyrsta sinni at veitra undir liðini á hinum norðurlendsku fløggunum, samstundis sum hann helt eina eggjandi røðu á fundinum, har hann m.a. vísti á tað sjálvsagda, at Norðurlond, sum umboða frælsi, solidaritet og toleransu, meiri enn flestu lond í heiminum, áttu sjálvsagt at vísa henda hugburð í verki, og loyva smátjóðum, sum funnust í ymsu londunum, upp í part, tá raknaði Tjóðveldisflokkurin við og fekk kaldar føtur, men helt tó enn fast um kommunulógartesuna og tosaði aftur um neyðuga suverenitetin fyrst! Eisini sendi Willian Heinesen, stóra alheimsskald okkara, P. M. Dam telegram á fundin við takkarkvøðu fyri at hava staðið so manniliga og vart sjálvsøgd føroysk tjóðarynski. Veruleikan kenna vit øll í dag, og alt hetta virkar so sjálvsagt, men tá var tað slóðbrótandi politiskt arbeiði, sum varð gjørt.

Saðlaðu av nýggjum
Men eg endurtaki, at tað er søgufalsan, um Tjóðveldisflokkurin tekur sær æruna av limaskapi føroyinga í Norðurlandaráðnum. Onki er meiri skeivt enn tað ? hetta reingist ikki! Men ráksnúnir og snildir hava tit altíð verið, og nú ráddi um at skifta hest, og skunda sær upp í stóra liðið, sum fegnaðist um norðurlandaluttøkuna, eisini tjóðveldisfólk, hóast aðrir høvdu slóðað fyri. Nú hóskaði tað seg ikki at grína og niðurgera meiri ? úrslitið prógvaði, at tað bar til. So nú mátti taktikkurin sjálvsagt broytast, ongantíð ov skjótt! Og helst uttan at føroyingar sóu alt ov týðiliga, hvønn vána leiklut Tjóðveldisflokkurin hevði havt í hesum máli.

Søgan hjá Høgna byrjar í 1976
Men at Høgni Hoydal heldur, at norðurlandasøga føroyinga fyrst byrjar í 1976, ja, tað má standa fyri hansara egnu rokning, trúði annars, at maðurin var søgumaður ? men hann gevur mær rætt, tá hann fær kroyst bururúr sær (citat): »og sjálvandi gjørdi P. M. Dam eitt stórt arbeiði, til tess at vinna Føroyum umboðan í Norðurlandaráðnum afturi í 60-unum« ? tað var her, at skjøtil varð settur á, tað er munurin, Høgni! Tað var júst hetta, eg vísti á í míni grein, at Tjóðveldisflokkurin flutti okkum ikki av fetinum í hesum máli. At seta seg afturá og geva upp upp á forhond, nær hevur tað vunnið sóma og viðurkenning? Men hetta var so tjóðveldispolitikkur anno 1963!
Hetta var tað, sum eg vísti á í míni grein og einki annað. Hvør gjørdi hvat og nær í 1970-unum, 80-unum ella 90-unum, um tað var Erlendur Paturson ella Atli Dam, ella onkur annar, tað hevði onki við mína grein at gera um hetta mál.Tað arbeiðið var eitt heilt natúrligt framhald av tí slóðbrótandi arbeiði, sum P. M. Dam gjørdi at vinna Føroyum umboðan í Norðurlandaráðnum. At so Tjóðveldisflokkurin kom sjølkandi aftaná og vildi sleppa at spæla við, og enntá taka sær æruna, er bert at flenna at! Eg fegnist sjálvandi saman við øllum hinum føroysku flokkunum um, at grundleggjandi sjónarmiðini hjá P. M. Dam vunnu á mál, og at allir flokkar hava síðani tikið undir við hansara sjónarmiðum. Men ongin hevur enn gloymt atkvøðugreiðsluna í løgtinginum 1. oktober 1969, tá Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin einsamallir atkvøddu fyri umboðanini í Norðurlandaráðnum við 14 atkvøðum fyri og 5+1 ÍMÓTI og tær vóru allar úr tjóðveldisflokkinum, trúgvi tað, hvør ið vil ? og 6 vóru blankar! Hetta er veruleikin Høgni Hoydal ? løgið, at tú skuldi gloyma hasa avgerandi atkvøðunagreiðsluna og byrja tína »kunning« í 1976. Men, hensigten helliger midlet?
Søguligu veruleikarnir kemur ein ikki uttanum.