Fram til týsdagin hevur Høgni Thomsen úr Klaksvík málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Við á framsýningini hevur Høgni 35 oljumálningar, sum hann hevur málað seinastu tíðina.
Framsýningin læt upp hósdagin, og fram til týsdagin ber til at síggja hesar.
Opið er í dag frá klokkan 10 til 18, og í morgin, mánadagin og týsdagin er opið frá klokkan 15 til 18.