Høgni: Slíkt hendir tá ein ikki er klárur

(FM1) Hoyr liðskiparan hjá 07 Vestur, Høgna E. Nielsen seta orð á 1-7 stórtapið ímóti NSÍ

Í hørðu kappingini við AB at sleppa undan tí niðastu plássinum í Betrideildini gjørdi 07 Vestur stóran skaða á málúrtøkuna seinnapartin í dag, tá teir taptu heili 1-7 ímóti NSÍ við Løkin í Runavík.

 

07 Vestur er framvegis eitt stig frammanfyri AB, men hava nú eina málúrtøku sum er tvey mál verri, og slíkt kann koma at telja í seinasta enda.

 

Liðskiparin hjá 07 Vestur ásannar, at slík stórtap koma tá menn ikki eru klárir. Høgni Egilstoft Nielsen heldur eisini, at nógv av málunum hjá NSÍ vóru alt ov løtt, og tað harmast hann um.

 

Komandi leygardag tekur 07 Vestur ímóti KÍ vesturi í Sørvági, og Høgni slær fast, at tá hava teir í 07 Vestur ikki ráð til ikki at verða klárir til dystin.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Høgna Egilstoft Nielsen aftaná 1-7 stórtapið ímóti NSÌ við Løkin í Runavík.

 

HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum átta málunum, ið komu í dystinum millum NSÍ og 07 Vestur. 

 

 

HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik Hentze og samrøðuna Tróndur gjørdi við unga debutantin og málskjúttan hjá NSÍ, Pætur T. Skipanes.