Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur úr at gera í hesum døgum at greiða frá sínum leikluti í málinum av flyting av veiðiloyvum til Slættaberg og Næraberg.
Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri, setti fyrr í vikuni landsstýrismanninum ein §52a fyrispurning um málið, og nú setir Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, eisini ein fyrispurning í samsvar við §52a í tingskipanini.
Tingmaðurin fyri Sambandsflokkin vil m.a. hava landsstýrismannin at greiða nærri frá teldupostasamskiftinum millum Vørn, Fiskimálaráðið og landsstýrismannin viðvíkjandi loyvunum, og um hvørjar avleiðingar broytta avgerðin fer at hava fyri fiskimenn og reiðarar.
Tí vil hann hava landsstýrismannin at svara upp á fylgjandi spurningar.
1: Hvussu mong teldubrøv hevur landsstýrismaðurin fingið frá Vørn í sambandi við flytingar av veiðiloyvum?
2: Í hvørjum tíðarskeiði eru teldubrøvini send landsstýrismanninum?
3: Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørjar flytingar av veiðiloyvum talan er um?
4: Hvussu mangar av flytingunum, sum landsstýrismaðurin hevur fingið innlit í, hava sambært hansara hugsan ikki verið í samsvari við ásetingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap, og hvussu mangar hava verið í lagi?
5:Kann landsstýrismaðurin upplýsa neyvt, hvørjar ásetingar í lógini um vinnuligan fiskiskap ikki eru hildnar í sambandi við møguligar flytingar?
6: Fer knortluta umsitingin at fáa avleiðingar fyri onnur enn ósekar fiskimenn og reiðarí?










