Høgni í Sjónleikarhúsinum

Leygarkvøldið 22. desember kl. 20 bjóðar Sjónleikarhúsið fyri seinastu ferð í ár Føroya fólki eina serliga autentiska tónleikauppliving. Hesu ferð er tað 23 ára gamli singer/songwriter Høgni Reistrup, sum eigur pallin.

Høgni gav fyrstu fløgu sína ?Hugafar á ferð? út í summar. Fløgan hevur fingið góð ummæli bæði í Føroyum og uttan fyri landoddarnar. Lagið ?Vit vita at so er? kom beinleiðis inn á eitt fyrsta pláss á ?15 teimum bestu? og var hereftir á ovastu rók, til lagið varð tikið av listanum aftur. Á konsertini leygarkvøldið fara vit at hoyra løg av fløguni umframt okkurt nýtt og áhugavert lag. Høgni Reistrup hevur fingið 8 tónleikarar at spæla saman við sær á konsertini; Rúni Mouritsen, Høgni Fagraberg, Ísak Sambleben, Finnur Jensen umframt ein blásara og tríggjar strúkarar. Eftir konsertina verður møguleiki fyri at ogna sær fløguna og at fáa hana signeraða.

 

Sjónleikarhúsið hevur í 2007 verið karmur um nakrar av ársins bestu konsertupplivingum. Budam, Teitur Lassen og Guðrið Hansdóttir teljast millum tey, sum í ár hava havt ógloymandi konsertir í húsinum og tí er eisini lagt upp til eitt sera áhugavert kvøld leygarkvøldið.

 

Atgongumerki til konsertina fáast í forsølu á Kunningarstovuni í Havn.