Høgni sigur fólkatingssessin frá sær

Tað hevur leingi verið gitt hvat fór at henda við fólkatingssessinum hjá Tjóðveldi. Høgni Hoydal vann sessin, men tók farloyvi beinavegin og lat Magna Arge røkja sessin fyri seg.

 

Magni Arge hevur síðan havt farloyvi einaferð úr fólkatinginum. Herfyri vildi hann hava farloyvi aftur úr fólkatinginum, fyri at sita á løgtingi í eina tíð, men tað var sýtt honum úr Fólkatinginum. Tískil sat hann í tveimum sessum í senn, sum annars var brot á samtykt hjá Tjóðveldi.

 

Flokkurin fekk fleiri ákoyringar fyri at hava brotið samtyktirnar hjá sær sjálvum og leingi lá spurningurin ósvaraður, hvat endaliga avgerð floksins í hesum máli fór at verða.

 

Nú hevur flokkurin tikið avgerð um, at Høgni Hoydal sigur sessin í Fólkatinginum frá sær og Magni Arge yvirtekur hann. Við tí vil flokkurin sleppa undan, at ein og sami maður situr í tveimum sessum. Tí skuldi tað eisini verði lættari hjá Magna Arge at fáa farloyvi tá hann velur løgtingið framum fólkatingið.

-----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Skrivið er soljóðandi:

Tjóðveldi samtykti upp undir fólkatingsvalið í 2015, at eitt tjóðveldisumboð ikki fór at at sita á bæði løgtingi og fólkatingi í senn, men at skiftast kundi ímillum við farloyvi, um talan var um løgtingsvald umboð.

 

Tað er síðani staðfest skrivliga, at farloyvi verður ikki givið frá Fólkatinginum til varafólk á fólkatingi.

 

Tjóðveldi hevur í summar verið í tí støðu, at sami persónur hevur sitið á fólkatingi og á løgtingi í senn.

 

Henda støðan er sera óheppin fyri flokkin, og skal fáast í rætt lag í samsvari við tað, ið vit hava samtykt og boðað frá.

 

Tí hevur Høgni Hoydal, sum er valdur fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, gjørt av at boða Fólkatinginum frá, at hann tekur ikki aftur við fólkatingssessinum í hesum valskeiði.

 

“Við hesi loysn fái eg framt tað, at vit halda okkara samtyktir um, at sami persónur ongantíð situr í tveimum sessum í senn, og at farloyvi skal takast úr øðrum tinginum,” sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

 

“Eg eri komin til ta niðurstøðu, at henda loysnin er tann besta fyri flokkin, soleiðis at ongi nýggj ivamál og støður taka seg upp í sambandi við okkara ynski og samtyktir um at røkja teir álitissessir til fulnar, ið vit hava fingið frá veljarunum.”

 

Havi sjálvsagt umhugsað støðuna gjølla. Eg og flokkurin fingu jú stóra undirtøku á fólkatingsvalinum, sum eg eri sera takksamur fyri. Tó hevur tað leingi staðið greitt, at av tí, at eg eri landsstýrismaður, floksformaður og ein av samgonguleiðarunum, brúki eg alla orku í Føroyum við teimum stóru politisku málum, ið eru fyri framman, og fari ikki at røkja fólkatingssessin.”

 

Magni Arge hevur boðað frá, at hann tekur farloyvi úr Løgtinginum frá í dag at rokna.

 

 

14. september 2017

 

Vegna Tjóðveldi

 

Høgni Hoydal

floksformaður