Høgni Reistrup setur Tónarák 2011

Tónarák 2011 er heitið á røð av konsertum sum Leikar í lund skipar fyri í Leikalund. Fyrsta konsertin verður við Høgna Reistrup komandi leygarkvøld. Tónarák 2011 er heitið á konsertrøð, har dentur verður lagdur á at geva áhoyrarum góðar umstøður at hoyra tónleikarar, sum seta dám á rák og rytmu í føroyska tónleikaheiminum.

 

Konsertirnar verða í Spaniastova - elsti partur av gomlu einahandilshúsunum ? frá 1838.

 

Fyrsta konsertin verður við Høgna Reistrup leygarkvøldið kl. 21.

 

Høgni Reistrup gav sína fyrstu fløgu, Hugafar á ferð, út í 2007.

 

Onnur fløgan hjá Høgna ?Trý fet frá tilveruni? kom út í 2010. Í sambandi við útgávuna var Høgni á eini konsertferð í Føroyum, har hann millum annað vitjaði Húsið í Klaksvík.