Høgni Reistrup á Rás2

Tá ið Ghetto Føroyar fer av bakkastokki í morgin klokkan 15.00, verður tað við livandi tónleiki frá Høgna Reistrup, sum fyri stuttum gav út nýggja fløgu – Samrøður við Framtíðina.

 

Sendingin á Rás2, Ghetto Føroyar, sum verður send beinleiðis av Oyrasunds næmingaheiminum í Keypmannahavn, fer hesaferð at bjóða livandi tónleik frá Høgna Reistrup.

 

Sendingin hevur verið í summarfrí, men nú byrjar hon aftur, og er nú flutt til hósdag ístaðin fyri mikudag.

 

Høgni Reistrup hevur givið tríggjar fløgur út, og arbeiðir nú við tí fjórðu. Í ár hevur hann eitt nú framført á ársins G! Festivali.

 

Høgni fer at greiða frá nýggju fløguni, umframt, at hann fer at spæla tvey løg í sendingini.

 

Tú kanst lesa meira um Ghetto Føroyar sendingina á Facebook síðuni her:

 

www.facebook.com