Høgni Reistrup nr. 1

Lagið ?Miskunnleysa hjartað? kom beinleiðis inn á 1. plássið á almenna føroyska hittlistanum 15 tær bestu leygarkvøldið. Í seinastu viku var lagið eykalag, men lurtararnir vóru ikki í iva. Miskunnleysa hjartað, av nýggju fløguni hjá Høgna Reistrup, kom beinleiðis inn á 1. plássið á 15 tær bestu.

 

Miskunnleysa hjartað er annað lagið av fløguni, sum liggur á ovastu rók á 15 tær bestu.

 

Fløgan, ið ber heitið ?Trý fet frá tilveruni,? kom út 1. mars.