Høgni Reistrup avdúkar fløguheitið

Heitið á komandi fløguni hjá føroyska tónleikaranum og sangaranum, Høgna Reistrup, er nú almannakunngjørt og fekk fløgan heitið ?Trý fet frá tilveruni? Portalurin sýnir sum fyrsti miðilin filmin, sum avdúkar heitið á fløguni, ið Høgni Reistrup arbeiðir við í løtuni. Seinni í dag verður filmurin at síggja undir Kykmyndir.

 

-Tað er altíð trupult at finna endaliga heitið til eina fløgu. Tað skal bæði siga nakað um tónleikin, yrkingarnar og heildina. Men eg haldi, heitið avspeglar væl innihaldið og kanska summi eisini duga at síggja eitt samband til filmin,? sigur Høgni Reistrup

 

Filmurin er filmaður og gjørdur í Dublin, har Høgni Reistrup býr.

 

-Eg búgvi í Dublin í løtuni og arbeiði víðari við fløguni her. Tónleikalívið í býnum er sermerk, og eg haldi, vit kunnu læra nógv av sterku tónleikamentanini í Írlandi. Somuleiðis hava írar eisini sýnt mínum tónleiki stóran áhuga. Eg syngi á føroyskum, og fleiri teirra halda, at tað er ótrúligt, at eitt so lítið land hevur egið mál,? sigur Høgni Reistrup.