Høgni rósar Hans Paula

Formaður Tjóðveldisfloksins fegnast um røðuna, ið Hans Pauli Strøm helt á ANSO-ráðstevnuni. Hann svarar tó bert fyri seg sjálvan og ikki Tjóðveldisflokkin

Eini 30 fólk mundu vera komin saman í Klingruni í Norðurlandahúsinum í gjár, tá ANSO á fyrsta sinni varð sett. Bróðurparturin av teimum vóru útlendingar, og saman við Hans Paula Strøm, var formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, einasta politiska umboð, ið sást millum fundarfólkið.
Høgni Hoydal sigur við Sosialin, at hann metti røðuna hjá landsstýrismanninum vera eina frágerða góða røðu. Sjálvur sigur Høgni Hoydal seg rættiliga hava verið í andgletti av hesum málinum, og tí fegnast hann um, at m.a. við røðuni hjá Hans Paula Strøm verður sett fram í ljósmála.
Andstøðuleiðarin metir tað vera týdningarmikið ikki at gera spurningin um samkynd til eitt rokmál, sum tað so ofta er sæð fyrr.
Høgni Hoydal leggur dent á, at hann bert svarar fyri seg sjálvan og ikki vegna Tjóðveldisflokkin, tí hann metir, at etisk mál eiga at verða viðgjørt tvørturum floksmørk, og tí metir hann heldur ikki, at tann liberala røðan hjá Hans Paula Strøm er eitt signal frá allari samgonguni, men bara ein fráboðan um, hvørja støðu, landsstýrismaðurin sjálvur hevur til støðuna hjá samkyndum í Føroyum.
Sjálvur sigur formaður Tjóðveldisfloksins, at hann møtti á setanini av ANSO-ráðstevnuni av egnum áhuga, og at hann hevði hoyrt um stevnuna í Útvarpinum. Løgtingslimir og landsstýrismenn vóru nevniliga ikki bodnir at vera við til setanina, men Høgni Hoydal metir, at tað kanska høvdu verið fleiri umboð frá tí politisku skipanini, um innbjóðingar vórðu sendar út.