Høgni úr Sandavági vann norðurlendska bronsu

Høgni Egilstoft Nielsen kemur heldur ikki hesaferð tómhentur heim til Sandavágs eftir lokna talvkapping í útlondum. Ungi úrmælingurin vann NM-bronsu í Svøríki, fyri telvarar 12 ár og yngri. Einastandandi frálíkt avrik av Høgna Egilstoft Nielsen, sum enn einaferð minnir okkum á, at heilt serlig talvevnir gera seg galdandi hjá tí unga telvaranum úr Sandavági, sum er sonur navnframa telvaran og fótbóltsspælaran, Torkil Nielsen.

 

At vit í Føroyum hava 3. sterkasta unglingin í talvi í Norðulondum, í bólkinum 12 ár og yngri, er er einki minni enn eitt bragd. Tí mótstøðan í norðurlendsku kappingini var sera hørð. Eins og í Føroyum eru tað bert teir allar bestu, úr hvørjum landi sær, ið verða sendir til árligu NM-kappingina í talvi fyri ung.

 

Spenningurin var sera stórur leygardag seinnapart, tí undan seinasta umfarinum var Høgni á 1. plássinum. Men Høgni snávaði og tapti talvið ímóti dananum Jonathan Brauner (1863) og gjørdist harvið nr. 3 við 4 stigum. Kristian S. Holm úr Noregi vann gull við 4½ stigi, hálvtannað mótstøðustig fremri enn Egor Norlin, úr Svøríki, sum gjørdist nr. 2, við sama stigatali.

 

Spell er tað fyri Høgna Egilstoft Nielsen at staðfesta, at hann var so sera tætt við NM-gullið, tí javnleikur seinnapartin hevði tryggjað sigurin í kappingini. Hyggur ein efir talvinum frá seinnapartinum ígjár, so kann ein siga, at gullið smeyg sær millum fingrarnar - tí javnleikurin var har - og bronsan stóð eftir. (www.faroechess.com)