Høgni og Pieta taptu

Høgni Madsen og nýggja felagið hjá honum, Pieta Hotspurs FC, taptu í gjár 2-1 fyri Gudja United. Høgni Madsen spældi allan dystin í miðverjuni.

«Vit skuldu havt vunnið dystin. Hatta er ein dystur, har við hava bóltin meginpartin av dystinum, men teir skora upp á ein deyðbólt, og so upp á eitt mótálop síðst í dystinum, sigur Høgni í stuttari viðmerking úr Malta.
Høgni var ikki heilt nøgdur við avrikið hjá sær sjálvum, tí hann veit at trýstið er størri á hann en tað er á onkrar av hinum leikarunum.
«Eg spældi ikki ein av mínum bestu dystum. Tá man er útlendingur, so er kravið jú nakað hægri, og tad veit eg full væl, so eg má bara fara í arbeiðshandskarnar og venja tað harðari, sigur ein bersøgin Høgni.
Fyrri hálvleikur bjóðaði uppá meir frammrætta spæl frá Gudja, og mitt í fyrra hálvleiki legði ein bulgarskur framherji mótstøðuliðið á odda. Hetta hendir eftir eitt frísparksinnlegg har áleyparin sleppur at standa púra einsamallur og stúta bóltin í kassan. Høgni vil vera við, at ein spælari framdi fríspark, men dómarin lat ikki við seg koma. Hálvleikstøðan var eisini 1-0, greiður Henry M Petersen frá, sum var til dystin.
Pieta legði eitt øgiligt trýst á í seinna hálvleiki. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fingu Pieta eitt brotspark sum teir brendu. Teir hildu á at trýsta og javnaðu eftir eitt hornspark í 65. minutti. Tað var greitt teir vildu hava øll stigini, men hetta gav pláss fyri skjótálopum frá mótstøðuliðinum, sum eisini skoraðu til 2-1 fimm minuttir fyri tíð. Hetta kom sera illa við, tí nú er Pieta Hotspurs á fimta plássi og eru 4 stig frá uppflytingarplássunum, vísur Henry á.
Høgni Madsen spældi allan dystin í miðverjuni, og hevði onkra góða sending, sum kundi blivið til okkurt meir. Tað var yvir tjúgu hitastig, men tað ávirkaði ikki Høgna so nógv.
«Tad var væl heitari enn hvat eg eri vanur við, men tað var á góðari leið. Spældi i miðverjuni, so tad gekk, sigur Høgni at enda.
Hetta er fyrsti dysturin hjá Høgna fyri nýggja felagið, sum hann hevur sáttmála við hetta árið út. Pieta Hotspurs FC hevur 11 stig á sætta plássi.