Landsstýrið hevur nýtt stóra orku, og verið sera virkið, í arbeiðnum at loysa trupulleikan.
Tað staðfestir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Seint í heyst løgdu sjálvbodnu bjargingarfeløgini kring landið arbeiðið niður, tí at tryggingarviðurskiftini vóru so ógreið at ivamál var um, hvussu bjargingarfólkið var tryggjað, skuldu tey fingið skaða undir leiting ella bjarging.
Og herfyri vildi Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hava at vita frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, hvat ætlanin var at gera fyri at fáa viðurskiftini í rættlag aftur.
Fyri eini viku síðani boðaðu Bjargingarfeløgini annars frá, at viðurskiftini vóru fingin í rættlag, og at bjargingarfólkini sostatt aftur vóru tøk til leiting og bjarging.
Hetta hendi eftir at ein tryggingaravtala varð gjørd við Trygd.
Men Høgni Hoydal staðfestir, at landsstýrið hevur nýtt stóra orku og verið sera virkið at loysa trupulleikan. Bæði Fiskimálaráðið, og Samferðslumálaráðið, har Henrik Old er landsstýrismaður hava arbeitt miðvíst við at loysa teir trupulleikar, ið stungu seg upp, sigur hann.
- Embætisfólk úr Fiskimálaráðnum og Landsfelagið Fyri Bjargingarfeløg, LFB, hava verið í tøttum og neyvum samstarvi alt tíðarskeiðið, síðani ivin um tryggingarviðurskiftini tók seg upp, leggur hann afturat.
Hann staðfestir, at trupulleikin hevur verið í tveimum.
Í fyrra lagi var talan um arbeiðsskaðalógina og vanligu vanlukkutryggingina fyri bjargarar hjá bjargingarfeløgunum
- Í sambandi við at eitt bjargingarfólk var fyri óhappi í heyst, varð ivi sáddur um, hvussu arbeiðsskaðalógin skuldi tulkast við atliti at bjargingarfólkum. Spurningurin var sostatt um arbeiðsskaðalógin, og harvið vanliga vanlukkutryggingin, var galdandi fyri bjargarar hjá bjargingarfeløgunum.
- Hetta var atvoldin til, at bjargingarfeløgini boðaðu frá, at tey skerdu sítt virksemi.
Høgni Hoydal sigur, at Samferðslumálaráðið, sum varðar av arbeiðsskaðalógini, og Fiskimálaráðið, sum varðar av bjarging, tóku beinanvegin málið upp í felag.
Í hesum sambandi kom Samferðslumálaráðið til ta niðurstøðu, vanlukkutryggingarheitið er víðkað soleiðis arbeiðsskaðalógin eisini galdandi fyri bjargarar hjá bjargingarfeløgunum.
Harvið varð bæði tað ítøkiliga málið loyst, og ivin um hetta beindur av vegnum.
Í meðan fyrra málið varð loyst, tók eitt annað mál seg upp. Og tað var, at bjargingarfólkið hevði havt eina eykatrygging hjá Tryggingarfelagnum Føroyum øðrum.
- Talan var um avtalu millum Landsfelagið Fyri Bjargingarfeløg, LFB og tryggingarfelagið, men avtalan gekk út við árslok í fjør, og varð ikki endurnýggjað.
Høgni Hoydal sigur, at í hesum sambandi tók Fiskimálaráðið stig til at samskifta við partarnar fyri at finna eina loysn, men tað eydnaðist ikki, tí Tryggingarfelagið var ikki hugað í at gera fleiri slíkar avtalur.
Tí vendi Fiskimálaráðið sær til Trygd og hetta gjørdist byrjanin til eina væl skipaða viðgerð ímillum partarnar.
- Seinastu vikurnar hava Fiskimálaráðið, LFB og ráðgevarin hjá teimum, Henrik Weihe Joensen, arbeitt miðvíst fyri at eina loysn, og tað eydnaðist fyri eini viku síðani, sigur landsstýrismaðurin.