Høgni og Hanus aftur í ÍF

Fuglfirðingar miðja longur upp eftir stigatalvuni í ár, og hesi útlit hava fingið Høgna Zachariassen og Hanus Eliasen at venda heim, heldur enn at halda fram hjá greipuvinnarunum

Fótbóltur

 

Í nógvar mátar var ÍF stóra positiva yvirraskilsið í Formula-deildini í ár. Liðið varð annars roknað millum niðurflytingarkandidatarnar, men hóast teir sjáldan kundu kenna seg heilt tryggar, so brendi tað sjáldan undir teimum, og við sjeynda plássinum var málið um at halda seg í deildini nátt í øllum góðum.

 

Miðja hægri

Men tað tykist tó ikki steðga her hjá ÍF. Og í øllum førum eru hægri málsetningar grundleggjandi fortreytir fyri, at Høgni Zachariassen saman við Hanusi Eliasen nú aftur verður at síggja í ÍF.

- Hjá mær hevur tað sum so ikki verið nakar ivi um, at eg fyrr ella seinni kom aftur til ÍF. Men eg hevði nokk ikki roknað við, at tað skuldi henda eftir bara eitt ár í útlegd, sigur Høgni Zachariassen.

- Ikki tí. Árið við EB/Streymi hevur verið bæði stuttligt og spennandi. Persónliga var tað sjálvandi keðiligt, at eg tvær ferðir var úti við broti í fótinum, men eg fekk so nakað av spælitíð kortini, og tað var stuttligt.

- Men eg havi tosað nógv við fólkini í ÍF, og ætlanirnar har tykjast sera spennandi. Enn eru allir sáttmálar ikki komnir upp á pláss, men fáa vit spælararnar, sum ætlanin er at fáa, sær tað heilt spennandi út, haldi eg meg kunna siga.

 

Vildi ikki vera keðiligur

Og hóast tú var úti í longum løtum, so verður tað væl ein spælari, sum búnaður og mentur, sum nú kemur aftur til ÍF?

- Tað vóni eg í øllum førum. Sjálvandi er tað ymiskt, hvussu árini hilnast. Men eg haldi meg hava lært nøkur ting í EB/Streymi, og vónandi kann tað koma ÍF tilgóðar, sigur Høgni.

Saman við Høgna er eisini Hanus Eliasen komin aftur til ÍF. Og Høgni sigur sjálvur, at hetta eisini vigaði við, tá avgerðin skuldi takast.

- Eg vildi so ikki standa eftir sum tann keðiligi, ið ikki kom heim til ÍF. Og sum sagt, so haldi eg, at 2009 sær rættiliga spennandi út. Og uttan at spyrja nakran eftir, so kann eg í øllum førum siga, at málið í øllum førum er nakað hægri enn sjeynda plássið, sum ÍF vann sær í ár, sigur Høgni Zachariassen.