Høgni og Hóps LIVE í Miðlon

Í dag verða vinnararnir av stóru gullálmanakka kappingini almannakunngjørdir, og í hesum sambandi framføra HØGNI og dansibólkurin Hóps í Norðoyar Sparikassa í Miðlon. Hósdagin 25. juni kl. 17 verður stórt ungdómstiltak í deildini hjá Norðoyar Sparikassa í MIÐLON. Konsert verður við HØGNA og bólki, og dansibólkurin HÓPS framførur LIVE

 

Í vár kappaðust nógv ung um at gera flottasta profilin til Gullálmanakkan 2009-2010.

 

Vinnararnir eru nú funnir og verða avdúkaðir á stóra ungdómstiltakinum, sum verður í Miðlon hósdagin 25. juni kl. 17.

 

Besta uppskotið kemur á forsíðuna á álmanakkanum og fær høvuðsvinningin á 5.000 krónur, og 11 hepnir vinnarar fáa 2.000 krónur og sín profil í álmanakkan. 10 onnur vinna eitt vikuskiftispass til Summarfestivalin 2009.