»Men báðir andstøðuleiðarar minna mest um sunnudagsskúladreingir, sum næstan umbera seg, tá teir tala makthavarunum ímóti.
Tað er í lagi at hava høviskan málburð, men álvaratos tað skal valdast! Tað ber ikki til at føra seg fram sum leiðari av einari andstøðu, um ein ikki onkuntíð lyftir røddina og buldrar eitt sindur. Tit hava skyldu at leiða og vísa veg fyri umleið helvtina av fólkinum. Mær tykir, at formenninir í andstøðuni á mangan hátt orða seg og bera seg fram, sum vóru teir embætismenn, heldur enn politikarar.«
Tíðargreinin stendur á síðu 15