Rithøvundurin verður gestur aftaná tíðindasendingina kl. 15 Rithøvundurin, Høgni Mohr verður gestur á Rás2 seinnapartin í dag. Høgni er m.a. kendur fyri bókina ?Ali Babba og 49 aðrar blaðgreinar?. Høgni skrivaði 3 greinarøðir fyri Dimmalætting og Vinnuvitan, sum vóru nevndar ?Makin aftanfyri?, ?Vangamyndir? og ?Á markinum?. Høgni fer í næstum at hava eina sera spennandi, rørandi og væl orðaða greinarøð um Landssjúkrahúsið, sum verður prentað í Sosialinum. Í 2007 arbeiddi Høgni sum dokumentaristur á Landssjúkrahúsinum, har hann eygleiddi og skjalfesti sínar upplivingar. Í sendingini millum kl. 15.10 og 16 fer Høgni at greiða frá hesari serstøku arbeiðsuppgávuni. Nomið verður eisini við umstøðurnar hjá Høgna o.ø. idealistum í Føroyum, sum hava valt súkkluna fram um bilin. Alsamt dýrari brennievnið kann noyða enn fleiri at skifta bilin um við eina súkklu.